Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Eldradagurin verður leygardagin 18 apríl 2026

18.02.2026

!BROYTING! Tann vælumtókti Eldradagurin hjá Sunda kommunu verður hildin leygardagin 18. apríl 2026 í Eydnuni á Oyrarbakka.

Av tí at Kirkjuliga Heimamissiónin skipar fyri Eldradegi í Leguhúsinum í Nesvík 14. mars, er Eldradagurin hjá Sunda kommunu fluttur til leygardagin 18 apríl 2026.

Dagurin byrjar við morgunmati kl 9.30, og er liðugur áleið kl.15.00.

Jan Andreasen kemur at borðreiða við morgunmati, miðmála og dessert. Vit fara at syngja til góðar tónar og hoyra ymiskt áhugavert. Hetta er eitt gylt høvið, at koma hvør øðrum við, og hugna sær saman. 

Nærri lýsing av tiltakinum verður kunngjørd tá dagurin nærkast.

Tilmelding
Tiltakið er ókeypis, og fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.

Tekna teg her ella ring/skriva til Winnie Hansen á tlf 222583. Eisini ber til at skriva seg upp í Blákolluni. 

Freistin at tekna seg er 10. apríl. 

Tey ið longu hava meldað til nýtast ikki at melda til av nýggjum. Tey ið hava bóka, men ikki kunnu 18. apríl, mugu geva avboð. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, til ein hugnaligan dag saman. 

Myndirnar eru frá eldradegnum í 2025.