Tíðindi
Avtala um útstykkingina á Oyrarbakka undirskrivað
Á býráðsfundi tann 9. februar varð einmælt samtykt at játta 8 milliónir og taka av tilboði frá P/F Articon, um heildarveiting av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka.
Arbeiðið fevnir um liðugtgerð av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka. Tá arbeiðið er liðugt verða eftir ætlan 11 byggiklár grundøkir og eitt savnandi miðøkið í ovaru útstykkingini. Stykkini verða grovplanerað og liggja um 500 m2 per stykki.
Avtalan at gera arbeiðið varð undirskrivað í dag, 17. februar á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka. Eftir ætlan verður útstykkingin liðug um hálvan juli í ár.
Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, undirskrivaðu avtaluna vegnað partarnar.
Kommunan er fegin um, at útstykkingin á Oyrarbakka nú verður gjørd liðug, og sær fram til gott samstarv í sambandi við arbeiðið.