Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Býráðsfundur 23. mars 2026

19.03.2026

Mánadagin tann 23. mars 2026 kl. 17:00 verður almennur býráðsfundur í býráðssalinum á Oyrarbakka

Á skránni eru hesi mál:

  • Ætlan við matr. nr. 90h Streymnes
  • Trø í kirkjugørðum í Sunda kommunu
  • Umsókn um fyllu aftanfyri stuðlamúr, í samband við raðhús í Streymnesi
  • Ynski um at keypa meiri lendi til matr. nr. 137s Oyri (Norðskáli)
  • Umsókn um at keypa part av matr nr 154a og lita b í Streymnesi
  • Keyp av fjøruni í neystaøki í Streymnesi
  • Samstarv við rottuhund - 2026
  • Møgulig útstykking til grundstykkir í Tjørnuvík
  • Umsókn um stuðul til Sjúklingahotelli 2026
  • Frítíðarskúlatørvurin á Flatinum (Høliviðurskiftir) - Arbeiðsbólkur
  • Umsókn at fáa eina byggisamtykt fyri útfylt øki, ið loyvir virksemi og útfylling á økinum við matr. nr. 38b við Áir
  • Afturtøka av kommunalum grundøkjum í Sunda kommunu 2026
  • Útleigan av kommunalum hølum hjá Sunda kommunu
  • Tryggja vatnveiting við Áir - Nýggj staðseting
  • Bátabrúgvar til Oyrarbakka og Hósvík
  • Grassláing og røkt - Kirkjugarðar og minnisvarðar- Barnagarðar - fríøkir - húsatekir - Týning av skøru 2026
  • Dagstovnurin við Kráir - Uttanumøkið
  • Tillaging og broytingar á sløkkiliðsstøðini á Oyrarbakka við kostnaðarmeting

Fundurin verður stroymdur beinleiðis. Fylg stroymingini her.