Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Sunda kommuna bjóðar vinnuni til morgundrekka

10.04.2026

Hósmorgunin 30. apríl kl. 09.00 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Endmálið við fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, og samstundis eisini kunna um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.

Skráin verður lýst seinni. 

Vit vóna, at tú/tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát. Ikki er neyðugt við tilmelding. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum.