Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Sunda Judofelag Tori 45 ár

24.02.2026

31. Januar bleiv Sunda Judofelag Tori 45 ár. Á sjálvum degnum bleiv árliga føðingardags kappingin hildin í ítróttarhøllini í Skúlanum við Streymin.

Hettar er ársins stórsta judo kapping, har øll hava møguleika at luttaka. Hjá fleiri teirra er hettar fyrsta kapping tey sleppa at royna seg í. Til kappingina høvdu 74 luttakandi íðkarar úr øllum landinum melda seg til, og kappingin bleiv væl avgreidd á tveimum mottum í høllini í Skúlanum við Streymin.

Í vikuskiftinum 7.-8. februar hevði Judo Føroyar, við Bárur Lemvig sum venjara, sínar fyrstu bruttu venjingar á mottunum í fimleikahøllini í skúlanum við Streymin. Arbeiði framm ímóti Oyggjaleikunum 2027 er byrja, og luttøkan var sera góð og vóru íðkarar við úr øllum landinum. Tey vandu alt vikuskifti á tamb, og høvdu tey møguleika fyri at yvirnátta í høllini. Eisini var tíð til stuttleika og annan ítrótt, so sum svimjing. 

Sunda Judofelag hevur altíð veri sera virkið felag innan judo. Ein av høvuðs súlunum hjá Judo Føroyar er Andreas Sumberg, sum var ímillum tey tilnevndu til ársins eldsál á Ítróttarfagnaðinum. Ein eldsál hevur hann og er hann í allar mátar, "barna skógvarnar" hevur hann slitið á mottunum á Oyrabakka. Sunda Judofelag og Sunda kommuna eru sera errin av hansara avriki, bæði sum venjari, dómari og nú við sínum egna Judofelag í Suðuroy. Sí meira í hesum innslagnum í KVF gjørdi herfyri: klikk her

Slag orðið hjá Sunda Judofelag Tori er "Judo meira enn ítróttur".  Tey fegnast um hvønn einstakan, sum hevur hug at royna Judo. Venjingar fyri børn og vaksin eru hvønn mánadag og mikudag í fimleikahøllini á Skúlanum við streymin.

Sunda kommuna ynskir Sunda Judofelag hjartaliga til lukku við 45 ára degnum, og takkar fyri teirra stóra íkast til ítróttin í kommununi.