Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Frítíðarkortið sett í verk

26.02.2026

Á býráðsfundi í gjárkvøldi, 25. februar 2026, vórðu leiðreglurnar fyri frítíðarkortið samtyktar. Sostatt er frítíðarkortið í Sunda kommunu nú galdandi.

Býráðið samtykti pengar á fíggjarætlanini fyri 2026 til at seta frítíðarkortið í verk. Umsitingin hevur síðani arbeitt við leiðreglum fyri frítíðarkortið og lagt málið fyri til politiska viðgerð. Málið varð einmælt samtykt í trivnaðarnevnd, fíggjarnevnd og í býráðnum. 

Sostatt er frítíðarkortið í Sunda kommunu nú virkið og merkir hetta, at øll børn 0-17 ár hava upp til 2.000kr. árliga at brúka til ítróttar, mentanar og frítíðartilboð. 

Leiðreglurnar fyri hvussu frítíðarkortið virkar kunnu lesast her.

Eru ivamál ella spurningar um frítíðarkortið, so eru tit vælkomin at seta tykkum í sambandi við umsitingina á sunda@sunda.fo ella ringja á telefon 66 72 71.