Tíðindi
Brævatkvøður til fólkatingsvalið 24. mars 2026 og løgtingsvalið 26. mars
27.02.2026
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu frá í dag, 27. februar 2026 avgreiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni.
Seinasta freist at greiða brævatkvøðu til
Fólkatingsvalið, er mánadagin 23. mars, 2026, kl. 15:00.
Løgtingsvalið, er mikudagin 25. mars 2026 kl. 15:00
Opið er:
Mánadag, týsdag, mikudag og fríggjadag frá 10.00 til 15.00
Hósdag frá 10.00 til 16.00.