Tíðindi
Lesandi útisetar og løgtingsvalið - Talgilt
Søkið um at velja í seinasta lagi 5 mars.
Nú ber til, sum lesandi uttanlands, at søkja um at sleppa á veljaralistan til Løgtingsvalið, talgilt. Sunda kommuna er ein av kommununum, ið nýtir nýggju loysnina frá Talgildu Føroyum, har ein kann fara inn gjøgnum Vangan og avgreiða sína umsókn um at sleppa á veljaralistan har.
Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meir enn 8 ár. Tú skalt tó søkja um at sleppa at velja í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur.
Sunda kommuna
STUTT FREIST – hósdagin 5. mars
Valið varð kunngjørt heldur knappliga og tað førir við sær, at freistin at søkja um at sleppa á veljaralistan er heldur stutt, tí søkjast skal í seinasta lagi 21 dagar áðrenn sjálvan valdagin
Freistin at søkja er hósdagin 5. mars og má umsóknin verða Sunda kommunu í hendi áðrenn afturlatingartíð, kl. 15:00.
Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um at sleppa at velja. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.
Atkvøðugreiðsla í útlondum
Ert tú uttanlands, og fært tú ikki verið heima á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er undir vanligum umstøðum kommunuskrivstovan.
Um tygum ikki fáa nýtt Vangan, so er umsóknarblaðið er her og skal sendast aftur til sunda@sunda.fo.