Tíðindi
Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 11. mars 2026 kl. 09.00.
Møtt verður við seyðahúsið omanfyri landsvegin í Toftadalshaga norðanfyri við Áir.
Til viðgerðar: Umsókn um prinsipployvi at byggja nýtt fongsul á matr. nr. 1a í Toftadalshaga í
Hvalvíkar markatalsbygd.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.
Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður