Tíðindi
Í Sundalagnum er gott at vitja, virka og vera
Í 2005 byrjaði samanlagda Sunda kommuna, og síðani tá hevur kommunan gjøgnum árini havt vaksandi fólkatal og gjørt týðandi íløgur í framburð og menning í økinum. Síðani Eysturoyartunnilin lat upp hevur landafrøðiliga staðsetingin broytt ferðslumynstrið í økinum munandi, men í Sundalagnum er gott at vitja, virka og vera.
Fólkatal, inntøkur og trivnaður
Við seinastu fólkateljing í mars 2026 var fólkatalið í kommununi 1.804 borgarar. Tað er hægsta fólkatalið í kommununi síðani juni 2024. Inntøkurnar frá persónsskatti eru higartil í ár hægri enn undanfarna ár. Í desembur 2025 samtykti býráðið at lækka prísin á grundstykkjum, og samanborið við 1 selt grundstykki í alt 2025, so eru higartil í ár 17 grundstykkir seld og umbiðin í Sunda kommunu. Frítíðar og ítróttartilboðini eru fjølbroytt og góð, frítíðarkortið er sett í verk, almenna svimjingin er frí, fjølbroyttari bústaðarbygging er í gongd, og á dagstovna og skúlaøkinum gongur tað væl. Framtíðartrygging av virkseminum í Hvalvíkar skúla, frítíðarskúlavirkseminum við Margáir og á Oyrarbakka eru í gongd. Gamli bygningurin hjá Netamontering, sum stendur í Náttúrulundini við Streymin, verður liðugt umvældur seinni í ár, og tá stendur ein bygningur tøkur, ið letur upp fyri heilt nýggjum grannskingarmøguleikum á lívsfrøðisliga økinum fyri allar Føroyar, bæði innan skúla og áhugaøkið.
Vinnan blomstrar
Í Sunda kommunu hava inntøkurnar frá partafelagsskatti staðið í vøkstri seinastu árini, og um alt gongur sum ætlað við komandi fongslinum, útbygging í Hósvík hjá Firum, og øðrum týðandi íløgum hjá privatu vinnuni í økinum, so fer talið av arbeiðsplássum at vaksa við eini 60-70 arbeiðsplássum í kommununi innan árslok 2030. Kommunan fær áhaldandi áheitanir og umbønir um fleiri vinnuøkir, og arbeiðir kommunan miðvíst við at útvega fleiri vinnuøkir í tráð við ynskini frá vinnuni.
Ein skipað ferðavinna í framtíðini
Sunda kommuna setir trivnaðin hjá lokala borgaranum fremst, tí er tað av alstórum týdningi, at kommunan – saman við lokala borgaranum, ferðavinnuni og landsmynduleikunum – fer undir eina tilgongd at fáa skipaða og avmarkaða atgongd til smáu bygdirnar í kommununi. Ætlanin er at savna ferðsluna frá ferðavinnuni í miðstaðinum, fyri síðani at skipa ferðslu og tilboð út til smáu bygdirnar, við atliti til lokalu borgarnar. Ein skipað ferðavinna fer at skapa lunnar undir fleiri arbeiðsplássum, trivnaði og inntøkumøguleikum á smáu plássunum.
Kommunan er stór í vavi, dagligu uppgávurnar og tænasturnar eru nógvar at røkja, meiningarnar eru 1.804 í tali, men í Sundalagnum er sum heild gott at vitja, virka og vera.