Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Kom og lær til húsavørð hjá Sunda kommunu

29.04.2026

Sunda kommuna søkir eftir tveimum húsavarðalærlingum, at byrja skjótast til ber

Sunda kommuna hevur fleiri bygningar at halda, so sum skúlar við svimji- og fimleikarahøll, barnagarðar, skrivstovubygning, brandstøð/verkstað og fleiri aðrar smáar bygningar. Harumframt hevur Sunda kommuna ein virknan grønan orkupolitikk, sum kommunan arbeiðir miðvíst við.

Húsavørður
Húsavørðurin er andlit og hendur hjá Sunda kommunu úteftir. Hann hevur nógv samskifti við aðrar handverkarar og onnur starvsfólk hjá kommununi. Húsavørðurin ger vanligar ábøtur og smærri umvælingar av bygningum. Tá størri umvælingar verða gjørdar, samskipar húsavørðurin hetta við aðrar handverkarar.

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert fryntlig/ur, álítandi og røkin, hevur gott handalag, trívist við at hava nógv um oyruni og ikki ræðist broytingar. Umframt at tú hevur tev og áhuga fyri handaligum uppgávum, teknisk­um skipanum og hug at læra um tænastu, umsiting og viðlíkahald. Gott er um tú hevur góðar telduførleikar, fólkaskúlaprógv og koyrikort.

Vit bjóða tær
Eitt áhugavert og spennandi stav, har eingin dagur er eins. Og eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar.

Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir og verður býtt millum læru­tíð og uppihald á skúla í Danmark. Ynskiligt er at tú byrjar skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu sendast á sunda@sunda.fo
Merk: “Húsavørður”. Freistin at søkja er 20. mai 2026.

Kunning um Sunda kommunu sæst á www.sunda.fo

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til tekniska leiðaran Súsannu Árnadóttir Jensen, tlf. 297220.