Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Flaggdagshald í Hvalvík

23.04.2026

Flaggdagin 25. apríl kl. 15.00 skipar skótaliðið Borgin fyri flaggdagshaldi við Hvalvíkar skúla.

Skótar og úlvar ganga skrúðgongu, Eiðis Ljómfelag spælir og Hanna Paula við Streym, varaborgarstjóri, flytir fram røðu.
Aftaná verður tombola og lutaseðlasøla i skúlanum og skótaliðið bjóðar kaffi, te, saft og køku.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit skótakvøðu
Skótaliðið Borgin.