Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Bólkaleiðarar til ung í arbeiði 2026

20.05.2026

Bólkaleiðarin leiðir saman við samskiparanum ungdómin, ið ger fyrifallandi arbeiði í kommununi.

Í 2026 arbeiða bólkaleiðararnir frá 22. juni til 3. juli.

Kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góður kunnleiki til vanligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur. Fyrimunur er eisini at hava koyrikort.

Bólkaleiðarar verða løntir sambært galdandi sáttmálum.

Hevur tú hug at søkja, send nakrar reglur um teg sjálvan inn til sunda@sunda.fo.  

Freistin at søkja er mánadagin 05. juni 2026 kl. 12.00.