Tíðindi
Seðlarnir koma út kl. 10.00 á Oyrarbakka
Seðlarnir í sambandi við springaradrápið í Streymnesi í gjárkvøldi koma út í bátahylinum á Oyrarbakka í morgun, 28.05.2026, kl. 10.00. Fólk verða biðin um at taka atlit til hvønn annan í sambandi við parkering o.a.
132 springarar løgdu í gjárkvøldi beinini í Streymnesi. Eftir umstøðunum gekk drápið væl. Bert 6 bátar vóru við í drápinum, og talan varð um áleið 70 drápspartar.
30 springarar vórðu koyrdir norð til Eiðis at skera upp. Røktarheimið Mørkin og Leguhúsið í Nesvík fáa eisini partar.
Fólk, ið eru áhugað at fáa sær eitt kók, men ikki eru uppskrivað í sambandi við drápið, eru vælkomin í bátahylin á Oyrarbakka umleið kl. 13.00 at fáa sær.
Um ivamál eru, so eru borgarar vælkomnir at venda sær til Magnus Madsen, tilbúgvingar og havnameistara, á tlf. 297229.