Dagstovnapláss
Dagstovnapláss
Sunda kommuna hevur tríggir nútímans dagstovnar, teir eru:
- Á Flatinum á Oyrarbakka
- Við Kráir í Hvalvík
- Við Stórheygg í Hósvík
Tað stendur einum frítt at velja, hvønn dagstovn ein ynskir í kommuni. Ynskir tú dagstovnapláss í Sunda kommunu, skalt tú skriva barnið upp við at nýta Vangan. Fyri at nýta Vangan krevst at tú hevur samleikan.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn við at trýsta á her.
Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.