Mentanarstuðul
Mentanarstuðul
Endamálið við mentanarstuðlinum er, at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, sum ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Mentanarstuðul kann vera latin til niðan fyri standandi virksemi hjá borgarum ella felagsskapum búsitandi, ella sum hava sítt virksemi, í kommununi:
Ítrótt, sang og tónleik, sjónleik í breiðari merking, myndlist og skapandi list í breiðari merking, íroknað heimavirki og gomul handverk. Áhugafeløg og frítíðarvirksemi, bóka- blað- og fløguútgávur, námsferðir og seturskúlar og bygdasøvn/fornminnisfeløg.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda teldupost til sunda@sunda.fo. Sendir tú umsóknina inn sum teldupost, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um mentanarstuðul«
Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.