Loyvi at brenna bál

Søk um loyvi at brenna bál

Um tú ætlar at brenna bál, skal ein umsókn sendast inn til kommuna.

Vit vilja heita á tykkum, um at lesa vegleiðingina hjá Umhvørvisstovuni um brenning av báli og eldstaði, áðrenn søkt verður.

Vegleiðing um brenning av báli og eldstaði hjá Umhvørvisstovuni kann lesast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni á www.us.fo ella við at trýsta á leinkjuna: Vegleiðing um brenning av báli og eldstaði.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn við at trýsta her.

Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.