Fíggjarligt frípláss

Fíggjarligt frípláss

Borgarar, ið lúka ásettu treytirnar, kunnu søkja um frípláss til barnaansing. Rætturin til frípláss verður roknaður eftir útrokningartalvu frá Almannaráðnum, sum verður dagførd einaferð um árið

Freistin at søkja um fíggjarligt frípláss er 1. juli á hvørjum ári.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsóknina við at trýsta her og senda hana til sunda@sunda.fo. Sendir tú umsóknina inn sum teldupost, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um frípláss«

Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.