Byggiloyvi

Byggiloyvi

Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast teknisku deild hjá kommununi til góðkenningar. Tá tú søkir um byggiloyvi er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar.

Áðrenn tú fert undir at byggja, er tað umráðandi, at tú kunnar teg um galdandi Bygningskunngerðina á www.landsverk.fo ella við at trýsta á leinkjuna - Bygningskunngerð

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn við at trýsta her og senda hana til sunda@sunda.fo. Sendir tú umsóknina inn sum teldupost, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um byggiloyvi«

Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.