Heimapart
Heimapart
Ert tú borgari í Sunda kommunu, kanst tú fáa ein part av grindini, hóast tú ikki hevur verið partur í drápinum. Hetta ber einans til, um talið av skinnum er nóg stórt.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda teldupost til sunda@sunda.fo. Sendir tú umsóknina inn sum teldupost, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um heimapart«
Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.