Tíðindi

Stuðul til ítróttarfeløg v.m.

13.05.2019

Freistin fyri at søkja um stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum er 1. juni 2019.

Sambært stuðulspolitikkinum hjá Sunda kommunu verður stuðul givin soleiðis:

Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg

§ 5. Stuðul til ítróttarfeløg og annað frítíðarvirksemi í Sunda kommunu. Sunda kommuna lutar á hvørjum ári út stuðul til ítróttarfeløg og til ymiskt annað frítíðarvirksemi, ið fer fram í kommununi. Stuðulin verður ásettur árliga í mun til fíggjarætlanina hjá Sunda kommunu.

§ 6. Stuðul verður veittur einstaka felagnum eftir skrivligari umsókn.

§ 7. Til tess at verða heimilað stuðli, skulu feløg ella bólkar lúka hesar treytir:

1. Felagið ella bólkurin skal vera heimahoyrandi í kommununi.

2. Felagið skal hava limalista og krevja inn limagjald.

3. Kommunan kann krevja at fáa váttan fyri tal av limum, og hvussu nógv limagjald er goldið.

4. Avrit av gerðabókini frá aðalfundinum skal fylgja við. Gerðabókin skal prógva, at grannskoðaður roknskapur er lagdur fram á fundinum. Harafturat skal kommunan kunna biðja um avrit av roknskapinum, um ivamál stinga seg upp um eitthvørt.

5. Tá treytirnar eru uppfyltar, verður játtaði stuðulin útgoldin.

§ 8. Stuðulin kann hækkast til feløg, sum hava miðvíst ungdómsarbeiði.

§ 9. Ítróttarfeløg skulu sum meginregla luttaka í landskappingum, um slíkar verða hildnar.

§ 10. Fyrisitingin avgreiðir allar umsóknir, ið lúka treytirnar í §7.

Bygda-og avhaldsfeløg
§ 11. Stuðul til bygda- og avhaldsfeløg. Sunda kommuna lutar á hvørjum ári út stuðul til bygda – og avhaldsfeløg í kommununi. Stuðulin verður ásettur árliga í mun til fíggjarætlanina hjá Sunda kommunu.

§ 12. Eyka stuðul verður ikki latin til viðlíkahald og íløgur sum feløgini gera í bygningar.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg