Tíðindi

VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG

23.04.2024

Í ár eru liðin 50 ár síðani Hósvíkar Róðrarfelag bleiv stovnað í 1974. Hetta verður hátíðarhildi tann 25. og 27. apríl.

Skráin fyri dagarnar eru hendan: 

25. apríl:

  • Allir bátar verða flotaðir í samband við at felagið verður 50 ár í ár
  • Marni E. Joensen, býráðslimur, kemur at halda røðu
  • Øll áhugaði kunnu royna kappróðrarbátarnar
  • ÍSF maskotturin Piddi kemur at vitja
  • Ruben Busk selur HVR burgarar.
  • HVR blusur og innkeypsnet verða til keyps.

27 apríl:

  • Kl. 10:00: HVR bjóðar morgunmat í Bygdarhúsinum. Myndir verða vístar, og møguleiki er at siga nøkur orð til felagið.
  • Hoppiborg verður uttanfyri til børnini.
  • Kl. 11:00: Sofaprát um HVR hesi 50 árini.
  • Kl. 19:30: Pub quiz við Rógva Nybo
  • Kl. 22:00: Jens Marni Hansen

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Vinarliga heilsan

Hósvíkar Róðrafelag

Nevndin

 

Seinastu tíðindi

30
apr
Áheitan um at rudda bingjur­nar á matr. nr. 1l og 1m á Oyrarbakka
29
apr
Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG