Tíðindi

Gjáar kirkja 90 ár

11.06.2019

Nú kirkjan við Gjógv er 90 ár verður hátíðargudstænasta tríeindarsunnudag 16. juni har biskuppur luttekur.

Tað var tríeindarsunnudag 26. mai í 1929, at Gjáar kirkja varð vígd. Dagurin var søguligur á meira enn ein hátt. Ikki bert fingu gjáarfólk sína egnu kirkju; hetta var eisini fyrstu ferð, at ein kirkja varð vígd við føroyskum rituali, hóast føroyskt ikki gjørdist kirkjumál fyrrenn tíggju ár seinni. Serligt við Gjáar kirkju er eisini, at hon ikki vendur eystur og vestur sum aðrar kirkjur, men suður og norður, tí soleiðis hildu teir gomlu, at hon fór at síggjast best frá sjónum.

Nú kirkjan í 90 ár hevur savnað bygdarfólkið um gleðiboðskapin, bæði í gleði og sorg, verður hátíðargudstænasta tríeindarsunnudag 16. juni klokkan 11:00. Umframt Jógvan Fríðriksson, biskup, luttaka Emil Olsen, Jákup E. Petersen og Øssur Kjølbro.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg