Tíðindi

Kom við í skránna til mentanardagar 2019!

13.06.2019

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til mentanardagarnar í september? Nú hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.

Mentanardagar 2019 verða í døgunum 12. til 21. september. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at mentanardagarnir verða savnandi og at bjóða tiltøk runt um í allari kommununi.

Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til mentanardagarnar. Øll hugskot eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.

Kommunan ger faldara í sambandi við mentanardagarnar, ið verður borin í hvørt hús í kommununi.

Eru tit áhugað í at koma við í skránna eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við kommununa, í seinasta lagi 10.juli 2019.

Saman skapa vit nakrar spennandi mentanardagar.

Minnast tit hvussu stuttligt tað var í fjør? Myndir frá Mentanarvikuni 2018 síggjast her.

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg