Tíðindi

Sundalagið spílar seg út

19.09.2019

Hósdagurin 19. september er tann "stóri dagurin" á mentanardøgum í ár.

Skráin er tætt pakkað við tiltøkum fyri bæði børn og vaksin. Her er eitt stutt yvirlit:

Kl. 15.00-19.00 Er opið hús hjá fyritøkunum Sjógæti og Brim við Norðskála. Eisini er søla av heimavirkaðum vørum í gamla skúlanum.

Kl. 17.00-19.00 Sunda byrsufelag hevur opið hús og øll sleppa at royna seg sum skjútta

Kl. 17.30 Komið øll og súkklið - vit byrja við Eydnuna á Oyrarbakka

Kl. 19.00 Framsýningin í gamla skúla í Hvalvík er opin

Kl. 20.00 Fyrilestur um umhvørvið í kirkjuni við Norðskála

Kl. 17.00-22.00 OPEN BY NIGHT á handilsøkinum

  • Street Food selur ræstkjøtaburgarar
  • Sjógæti selur fisk og kips
  • Í Teltinum eru framsýningar við Anette Sonne og Blómuhúsinum. Eisini ber til at keypa grønmeti frá Veltuni og føroyskt kjøt.
  • Vitja FT bilin, sum kemur at standa á handilsøkinum.

Kl. 18.00 Byrjar stóra skattaveiðan við Sjórænarunum Franchesca og Daniella - øll børn fáa góðgæti og gávur í handlunum.

Kl. 19.00 Norðljómur spælir konsert í teltinum (ella úti um viðrar)

Kl. 20.00 Konsert uttan fyri Bónus við Jens Marna

Kl. 21.00 Konsert uttan fyri Bónus við Tinganest

Allir handlar hava opið til kl. 22.00 og hava hópin av tilboðum.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg