Tíðindi

Væl vitjaðir Mentanardagar

24.09.2019

Mentanardagarnir 2019 eydnaðust væl. Sera nógv fólk vitjaðu tiltøkini í ár og áhugin at skipa fyri tiltøkum var stórur.

Vit í kommununi er fegin um, at fólkið í økinum tekur væl undir við hesum tiltakið. Vit takka øllum sum á ein ella annan hátt vóru við at fyriskipa tiltøkum. Uttan tykkum vóru eingir mentanardagar. Eisini siga vit takk til øll tykkum sum vitjaðu tiltøkini. Tað fløvar, at so mong valdu at seta tíð av at koma til tiltøkini.

Endamálið við at hava mentanardagar í Sunda kommunu er, at samansjóða fólkið, ið her býr og at fjálga um mentanina her. Vit ynskja at øll tiltøk eru ókeypis, at okkurt er fyri allar aldursbólkar og at vit koma runt til allar bygdir í hvussu so er annað hvørt ár.

Vit ynskja sjálvandi at gerast betur so um tú hevur onkra viðmerking, hugskot ella rís so er at senda teldupost til sunda@sunda.fo

Stórt myndasavn frá mentanardøgum 2019 sæst her.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg