Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu

29.10.2019

Fríggjadagin 1. november 2019 verður skipað fyri minningarhaldi fleiri staðni í kommununi.

Minningarhald við Gjógv

Minningargudstænasta í Gjáar kirkju kl. 13.00. Jonhard Jógvansson, sóknarprestur, talar. Síðani verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

 

Minningarhald í Haldórsvík

Minningarhald teirra sjólátnu verður í Haldórsvíkar kirkju Alla halganna dag kl. 14.00 v/ Jákup Erlingsson Petersen, sóknarpresti. Síðani verður farið út á minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

 

Minningarhald í Hósvík

Minningarhald teirra sjólátnu verður í Hósvíkar kirkju Alla halganna dag kl. 15.30. Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur, talar. Síðani verður farið út á minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg