Tíðindi

Nógv fólk brúka bussleiðina

10.01.2020

Bussleiðin hjá Sunda kommunu byrjaði koyringina við ársbyrjan í 2017 og hevur nú koyrt í trý ár.

Koyrt verður í Sundalagnum við tveimum leiðum, har leið 1 umfatar tann sunnara partin og leið 2 tann norðara.

Talið av ferðandi er vaksandi. Fyrsta árið koyrdu 5.614 fólk við bussunum og í 2019 var talið 9.213.

Ferðaætlanin broyttist nakað frá ársbyrjan í 2019. Ferðaætlanin varð gjørt einfaldari, soleiðis at tey ferðandi í hvørjari bygd hava fastar “minuttir” at halda seg til. Til dømis koyrir bussleiðin altíð hvønn heilan tíma frá Hósvík. Koyringin er millum 16 og 22 á leið 1 og millum 17 og 20 á leið 2.

Hagtølini vísa, at bussurin verður brúktur av borgarum í øllum bygdunum, sum eru umfataðar av koyringini.

(Ferðandi verða tald í bygdini, har ferðin byrjar).

 

Hóast hagtølini ikki kunnu siga nakað um aldur av teimum ferðandi ella endamálið við ferðini, so er greitt, at tað serliga teir yngru og teir eldru borgararnir, sum koyra við bussunum.

Til ber at fylgja bussinum á sona-appini. Tú kanst eisini kunna teg nærri um ferðaætlanina á sona-appini og á heimasíðuni her.

 

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg