Tíðindi
Nýggj kort til streym í bátahylum
24.01.2020
Mánadagin 27. januar 2020 verða broytinga gjørdar í el-kort skipanini í bátahylunum í Sunda kommunu.
Tá ið broytingin er gjørd, er neyðugt at skifta tey gomlu kortini út við nýggj kort. Tey sum hava keypt el-kort frá Sunda kommunu, verða biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna, har nýggj kort verða útflýggjað.
Við nýggju skipanini koma allir bátahylar í kommununi, at hava somu skipan og til ber at fylla pening á kortini á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.
Í Sunda kommunu eru fýra bátahylar. Í Hósvík, í Hvalvík, á Oyrarbakka og í Haldórsvík.