Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtykt við Áir

25.06.2026

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við lógtinglóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 22.06.2026 hevur samtykt at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.

Talan er um at broyta býarskipanina fyri part av matr. nr. 1a og ein part av litra a við Áir frá øki "J, Landbúnaður" til øki "E1, Ætlað almenna bygging við hægri vágastøði". Sí mynd her.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í býarskipanini liggur frammi til almen eftirlit á heimasíðuni hjá Sunda kommunu (Sunda.fo) og á kommunuskrivstovuni í arbeiðstíðini frá hósdegnum 25. juni 2026 til fríggjadagin 07. august 2026, báðar dagar íroknaðir. 

Møgulig broytingaruppskot ella móttmæli skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. august 2026.

 

Oyrarbakki tann 25. juni  2026
Sunda kommuna