Tíðindi
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við lógtinglóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 27.01.2025 hevur samtykt at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
Talan er um at broyta býarskipanina fyri ein matr. nr. 31t, Oyar bygd frá øki "J, Landbúnaður" til øki "B, Bústaðarøki". - Sí mynd her.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í býarskipanini liggur frammi til almen eftirlit á heimasíðuni hjá Sunda kommunu (Sunda.fo) og á kommunuskrivstovuni í arbeiðstíðini frá týsdegnum 26. mai 2026 til týsdagin 23. juni 2026, báðar dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella móttmæli skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. juli 2026.
Oyrarbakki tann 26. mai 2026
Sunda kommuna