Tíðindi
Vegleiðingarstovan á ferð - hesa ferð við Streymin
Hósdagin 30. januar ber til at hitta ein lestrarvegleiðara á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og fáa vegleiðing innan lestur, læru og arbeiðsmøguleikar.
Hósdagin 30. januar eru vegleiðarar at hitta í Sunda kommunu. Her verður møguleiki at tosa um tínar framtíðarætlanir.
Støkk inn á gólvið millum klokkan 15.00 og 18.00 og vita hvørjir lestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar eru - og fá at vita hvussu stuðulsviðurskiftini eru!
Ikki er neyðugt at bíleggja tíð, ein møtir bara upp.
Um Vegleiðingarstovuna
Útbúgvingar- og arbeiðsviðurskifti broytast støðugt, og tað setur stór krøv til, at borgarar kunnu fáa dygdargóða vegleiðing um útbúgvingar- og vinnumøguleikar.
Tílík karrieruvegleiðing eigur at verða lætt atkomilig hjá øllum borgarum í Føroyum, og brúk er fyri eini meira samanhangandi vegleiðingarskipan, sum ger gagn av vitan og førleikum, sum í dag liggja meira og minni avbyrgd úti á skúlum, hjá myndugleikum, stovnum og øðrum runt í landinum.
Høvuðsuppgávan hjá Vegleiðingarstovuni er, at geva dygdargóða vegleiðing innan útbúgvingar- og vinnumøguleikar.