Tíðindi

  • Astri Luihn - listarkvinna | Mynd: Sunda kommuna
  • Astri Luihn - listarkvinna | Mynd: Sunda kommuna

Brúka 1 millión til list

24.02.2020

Í síðstu viku var avtala undirskrivað við listakvinnuna Astri Luihn, um at listprýða nýggja skúlan og ítróttarhøllina við Streymin.  

Listprýðingin á veggunum verður gjørd við íbláðstri úr Sjúrðarkvæðunum. Astri sigur soleiðis:

”Jógvan Kallsmaður við Norðskála var fyrsti heimildarmaður til okkara stóra tjóðarepos, Sjúrðarkvæðini. Hann dikteraði 164 ørindi fyri H.C. Lyngbye summarið 1817, og hetta var ein sensasjón í vísindaverðini. Jógvan hevði lært kvæðið fra ommu síni.

Tískil er tað einum manni við Streymin og ommu hansara, vit kunnu takka fyri, at vit hava hetta heimskenda kvæðið. Tí av hesum fyrsta døminum byrjaði innsavningin og niðurskrivingin av Sjúrðarkvæðunum, soleiðis sum tey eru kend í dag.

Sjúrðarkvæðini eru ikki bara okkara tjóðararvur, men tað vit í dag rópa fyri heimsarvur. Tað var her tað byrjaðið, og tað skulu børnini í Skúlanum við Streymin vita og vera errin av.”

Umframt veggprýðið listprýðir Astri Luihn eisini glasfasadur í skúlanum. Íblásturin til glasfasadurnar er úr ymiskum hugtøkum og frymlum frá støddfrøðini, so sum Fibonacci talraðið og Pythagoras.

Listabólkurin fegnast um at avtalan er undirskrivað og at skúlin og ítróttarhøllin við Streymin fáa viðkomandi og nýskapandi list.

Sett er av 1 millión til at listprýða skúlan og ítróttarhøllina fyri, og svarar hetta til áleið 1,4% av handverkaraútreiðslunum.

Í skúlanum við Streymin ganga áleið 230 næmingar og áleið 30 starvsfólk arbeiða har. Skúlin verður liðugur seinni í ár.

Á myndini omanfyri eru: Páll Holm Lave, arkitektur, Helgi Fossádal, Listafakligur ráðgevi, Astri Luihn, listakvinna og Thordis Dahl Hansen, varaborgarstjóri.

Seinastu tíðindi

07
mai
Oyrarbakki 100 ár
07
mai
Ungdóms­húsið undir nýtt átak fyri at minka um matspill
06
mai
Bólkaleiðarar til ung í arbeiði 2024
06
mai
Forkunnug konsert í Tjørnuvík 6. mai kl 20.00
30
apr
Áheitan um at rudda bingjur­nar á matr. nr. 1l og 1m á Oyrarbakka
29
apr
Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg