Tíðindi

Ungdómshúsið undir nýtt átak fyri at minka um matspill

07.05.2024

Starvsfólkini í ungdómshúsinum hava síðan 2019 gjørt nátturða til tey ungu hvørt kvøld teir dagar, tá ungdómshúsið hevur opið. Hetta hevur verið sera væl móttikið og tykist tað vera ein orsøk til, at tey ungu ofta møta tíðliga á kvøldinum og harvið eru longri í ungdómshúsinum. 

Alskyns matur verður borðreiddur, og viðhvørt hjálpa tey ungu við matgerðini. Fríggjadag koyrir ein roynd ið verður kallað "Grønur Fríggjadagur", har dentur verður lagdur á týdningin av heilsugóðum og grønum mati. 

Nógv ung vitja ungdómshúsið, onkrar dagar færri enn aðrar dagar. Í ungdómshúsinum verður altíð gingið út frá at nógv møta upp, og tí verður eisini nógvur matur gjørdur. Tað hendir tó javnan, at sera nógvur matur loypur av, og ynskir ungdómshúsið at royna eina skipan, ið kann minka um matspill.

Framyvir fer tað at vera soleiðis, at tey ungu boða frá, um tey eta nátturða í ungdómshúsinum. Hetta verður gjørt við, at ungdómshúsið hvørt opið kvøld letur upp fyri tilmeldingum á Instagram, har tey ungu síðan melda til sama dag, so starvsfólkini fáa eina hóming av hvussu nógv skal gerast.

Ungdómshúsið er opið týsdag frá 18 - 22 og fríggjakvøld 18 - 23.  

Seinastu tíðindi

16
mai
Kliniskur Sjúkrarøktar­frøð­ingur til Heimatænastuna í VEKS
16
mai
Røktarstarvs­fólk til Heimið á Grønanesi, Vestmanna
16
mai
Umhvørvisplássið við Streymin
15
mai
ÚTSETT - Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka
14
mai
Ruddingardagu­rin útsettur
10
mai
Ung í arbeiði 2024
06
mai
Bólkaleiðarar til ung í arbeiði 2024
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur