Tíðindi

Barnaverndin - átøk í samband við COVID-19 smittuna

16.03.2020

Starvsfólk hjá Barnaverndartænastuni í VEKS arbeiða heimanfrá komandi 2 vikurnar, frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadegnum 27. mars.

Í samband við COVID-19 smittuna er avgreiðslan hjá Barnaverndartænastuni í VEKS stongd frá mánadegnum 16. mars til og við fríggjadegnum 27. mars. 

Hevur tú boð til okkum ber til at ringja til móttøkuna á telefon 667271. Ella senda okkum teldupost, sí adressurnar her.

Eftir kl. 16.00 gerandisdagar og í vikuskiftinum svar vaktelefonin á tlf.: 297200.

Barnaverndartænastan í VEKS. 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg