Tíðindi

Ruddingardagur verður 16. mai 2020

11.05.2020

Hóast einki er, sum tað plagar at vera, so verður okkara árligi ruddingardagur 16. mai 2020. Í ár verður dagurin nakað øðrvísi enn undanfarin ár,

Sum kommuna vilja vit vera við til at styrkja hugburðin hjá hvørjum borgara at gera sítt til, at her er reint og ruddiligt.

Í ár verður ein heilt serlig gáva givin til tey húski, sum luttaka í ruddingardegnum. Kommunan fyllir 15 ár í ár og tí hevur kommunan fingið gjørt eitt berinet sum verður útflýggja til ruddingardagin. Í berinetinum er eitt træ og ein jarðber planta.

Endamálið við ruddingardegnum er at taka upp tað, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum eitt høvið hjá fólki at tøma kjallarar, hjallar og annað. Útflýggjaðir verða ruskposar og handskar á staðnum har byrjað verður, sum fólk kunnu taka við sær.

Ruddað verður fram til middag tá matvognar koma við mati.

Vit vóna at tit taka væl undir við ruddingardegnum, møta fjølment upp og rudda í frástøðu.

Faldari er borin í hvørt hús, og kann lesast her.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg