Tíðindi

Ikki neyðugt við tilmelding til dagstovnar

12.05.2020

Dagstovnar í Sunda kommunu lata upp sum vanligt mánadagin 18. mai 2020. Samstundis verða føstu mánaðarligu foreldragjøldini sett í gildi aftur.

Foreldur at børnum á dagstovnum frá og við komandi viku skulu ikki melda børnini til. Øll børn sleppa á dagstovn um tørvur er á tí.

Vísandi til almennu tilráðingarnar, sum framvegis eru galdandi, fara dagstovnarnir tó framvegis innanhýsis at varðveita verandi mannagongdir viðvíkjandi reinføri, frástøðu og atskiljing millum stovurnar á hvørjum dagstovni.

Hevur barnið sjúkueyðkenni skal tað vera heima.

Ein nærri vegleiðing hesum viðvíkjandi er á veg frá Kommunufelagnum, sum hevur orðað hesar í samráð við corona-ráðgevingina.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg