Tíðindi

Hugskot til lærugreinar í frítíðarundirvísingini

25.05.2020

Situr tú inni við góðum hugskotum til lærugreinar, sum kundu verði bodnar út í frítíðarundirvísingini? So er ikki at halda teg aftur.

Vit eru í løtuni við at samla lærugreinarnar saman, sum skulu verða í skránni til heystar. Øll hugskot eru vælkomin.

Send títt hugskot til sunda@sunda.fo og møguliga kemur tín lærugrein út í komandi skrá.

Í tilknýti til fleiri skúlar í kommununi er frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi. Serliga er tað tónleikur, sum undirvíst verður í, men eisini ymiskt handaligt er á skránni.

Endamálið við hesum tilboðum er stimbra hvønn einstakan at menna sínar førleikar innan ymisk øki, umframt at gera sítt til, at stuðla upp undir lívslongu læringina.

Kommunan samskipar útbúgvingartilboðini við støði í teimum ynskjum og tí tørvi, sum er í kommununi. Leiðari fyri frítíðarundirvísingina er Elspa Petersen, tlf. 281296.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg