Tíðindi

Heilsaðu uppá nýggja læknan

24.06.2020

1. apríl 2020 byrjaði Heini Harryson í føstum starvi, sum kommunulækni í viðtaluni við Norðskála.

Orsaka av corona so hava borgarstjórarnir í Eiðis og Sunda kommunum ikki haft høvi at heilsa honum vælkomnum. 

Hetta bleiv tí gjørt týsdagin við tað at Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu fóru á gátt og handaðu Heina eina gávu við ynskjum um at hann fer at trívast væl sum lækni í Eiðis læknadømi.

Heini Harryson nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2010 og hevur fingið serlæknagóðkenning í almennum medisini 29. februar 2020. Heini Harryson hevur seinasta árið arbeitt í Miðlon, sum liður í serlæknaútbúgvingini.

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg