Tíðindi

Spennandi kvøld í Garnhúsinum fríggjakvøldið 23.oktober

19.10.2020

Hevur tú onkrar dreymar, sum tú ynskir at røkka? onkur mál, ið tú ynskir at klára?

Komandi fríggjakvøld, kemur Sam Jacobsen at vitja í Garnhúsinum og fortelja okkum, hvussu ein røkkur teimum málum og dreymum., sum man setur sær fyri. 

Vit byrja við pitsa klokkan 19:30, og so verður ymisk spennandi á skrá, inntil kl 23.

 

Eitt sindur um Goal Mapping:

Síðan 1995 hevur Goal Mapping hjálpt yvir 4 milliónum fólkum at gera dreymar til veruleika.

Goal Mapping er ein einføld og beinrakin leiðbeining til, hvussu tú setir tær mál og røkkur teimum.

Kvinnur og menn sum hava verið á toppinum, hava altíð verið tey, ið dugdu at seta sær mál.

Og harvið haft evnir og amboð til at avrika.

Goal Mapping er sera væl egnað fyri ung og vaksin.

Til ítróttafólk, kropsliga vælveru og kostráðgeving. Til ungdómsfelaskapir, í vinnuni, í skúlum, innan tónleik, ella til munagóð úrslit í gerandisdegnum á øllum økjum.

Goal Mapping hevur hjálpt fólki úr øllum samfelagsstættum at fremja sínar dreymar í verki.

Goal Mappið er tín stuðul og vegleiðing til góðu úrslitini og harvið góða lívið.

 

Leiðarin í Garnhúsinum

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg