Tíðindi

Kunning um valstøð, brævatkvøður, heimaval og valkort

28.10.2020

Kommunuval fer fram týsdagin 10. november 2020 sambært kunngerð frá Umhvørvis- og VInnumálaráðnum

Valt verður á hesum støðum til býráðið í Sunda kommunu:

·         Veljarar í Hósvík velja í skúlanum í Hósvík

·         Veljarar í Hvalvík, Streymnesi og Saksun velja í Ítróttahúsinum við Margáir í Streymnesi

·         Veljarar í Haldórsvík og á Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík (loftið)

·         Veljarar í Tjørnuvík velja í Bygdahúsinum í Tjørnuvík

·         Veljarar á Oyri, Oyrarbakka og við Norðskála velja í Eydnuni á Oyrarbakka

·         Veljarar við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv

Atkvøðutíðin er frá klokkan 10.00 til klokkan 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar, sum eru burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi dagin fyri valið greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari skrivstovutíð. Brævatkvøður skulu vera valnevndini í hendi innan valhølini lata upp klokkan 10.00  10. november 2020

Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu møta við valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi dagin fyri valið við at boða frá kommunuskrivstovuni, tlf. 667271, innan klokkan 15.00.
9. november 2020.

Valkort
Valkort er sent við postinum og um onkur, sum heldur seg hava valrætt í kommununi, ikki hevur fingið valkort sendandi, verður viðkomandi biðin um at venda sær til kommunuskrivstovuna. Mint verður á, at valkortið eigur at verða við, tá møtt verður á valstaðnum.

 

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg