Tíðindi

Seyðurin av bønum 14. mai

10.05.2021

Bøgarðarnir (her í millum hegn) skulu vera í seyðahøgum standi 14. mai, tá seyðurin fer av bønum.

Hegnsýnisnevndin hevur umsjón við gørðunum, og eru viðurskiftini ikki í lagi, fáa eigararnir boð um hetta. Heitt verður tí á øll, ið varða av jørð, um at síggja til, at garðarnir eru í lagi, nú teir skulu tæna sínum endamáli – at halda seyðin burtur frá bø og bygd.

Allir garðar eru skrásettir í kort sum greitt vísir hvør hevur ábyrgd at halda garðarnar í bygdunum. Kortið sæst her.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg