Tíðindi

Starv sum ergoterapeutur til Heimatænatuna hjá VEKS

12.05.2021

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 og byrjunardagur eftir nærri avtalu.

Tilvísing

Starvið hevur tilvísing til eindarleiðararnar í økinum.

Førleikakrøv

  • Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur.
  • Góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi.
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Hava lætt við at samskifta, bæði í bólki og við hvønn einstakan.
  • Telduførleika á brúkarastøði.
  • Koyrikort til persónbil.

Arbeiðsuppgávur

  • Skipa og útinna fyribyrgjandi venjingar,  endurvenjingar v.m. bæði í bólkum og hjá tí einstaka borgaranum.
  • Vera við til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir innan tað terapeutiska økið.
  • At stuðla undir, at eldri borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar.
  • Heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar.
  • Undirvísa og ráðgeva starvsfólkum, borgarum og avvarðandi.

Vit kunnu bjóða

  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.
  • Dugnaligar starvsfelagar

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS. Arbeitt verður á Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi og á Korndalsbýllinum á Eiði. Arbeiðið umfatar eisini ergoterapi til heimabúgvandi borgarar í Sunda- og Eiðis Kommunu.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Ergoterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo    

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. mai 2021 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til eindarleiðararnar í økinum:

Anniku Torbjarnardóttir á tlf. 793251 ella teldupost annikat@veks.fo 

Helfrid Kruse Poulsen á tlf. 793259 ella teldupost helfridp@veks.fo 

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo.

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg