Tíðindi

Tillutan av hallartímum

07.06.2021

Freistin at søkja um venjingartímar í Ítróttarhøllini við Streymin fyri veturin 2021/2022 er 1. juli 2021

Sunda kommuna hevur evstu ábyrgd av útleigan av Ítróttarhøllini við Streymin. Skúlin hevur tó ábyrgdina frá kl. 8.00-15.00. Eftir hetta verða hallartímar tillutaðir til ítróttarfeløg og onnur.

Ítróttarfeløg í kommununi hava fyrimun og hallartímar verða fyrst og fremst tillutaðir til virksemi, sum vanliga er innandura.

Venjingar fyri børn og ung hava framíhjárætt til tímarnar frá 15.00 - 18.00.

Umsókn um tímar fyri veturin 2021/2022 skal sendast til sunda@sunda.fo innan 1. juli 2021

Tillutan av føstum hallartímum verður tillutað av Trivnaðarnevndini í Sunda kommunu eftir tilmæli frá umsitingini. Tey, ið søkja um tímar, fáa svar eftir fyrsta trivnaðarnevndarfund, sum verður eftir summarfrítíðina.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg