Tíðindi

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

14.09.2021

Hesi størv eru leys at søkja til Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.

  • Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8.
  • Heilsurøktari, brøk 0,8.
  • Heilsuhjálpari, brøk 0,8.

Byrjanardagur eftir avtalu.

Førleikar / krøv

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.
  • telduførleika á brúkarastøði.
  • koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

  • fjølbroytt størv.
  • jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • skipaða innleiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27. septembur 2021, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo 

Seinastu tíðindi

01
jul
Nýggjur leiðari fyri Barna­verndar­tænastuna
26
jun
Skrivstovunæm­ingur til Sunda kommunu
25
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Kráir
24
jun
Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari
23
jun
Betur umstøður til Sunda sløkkilið
23
jun
Stongt vegna skeiðsvirksemi
20
jun
Fráfaringarløtan hjá Rosu Prestá
19
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg