Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Námsfrøðingur til Dagstovnin við Stórheygg

20.07.2026

Í Hósvík er ein stovnur við námsfrøðiligum, kreativum og kveikjandi upplivingum. Trivnaður, “grønur” kreativitetur og menning er okkara fakligheit og styrki. Á stovninum er góð hølisviðurskifti og uttanum øki er fantastiskt.

Vit hava tørv á:

námsfrøðingi til vøggustovuna 32–35 tímar um vikuna.
Hevur tú ynski um annað tímatal, ert tú vælkomin at nevna tað í umsóknini. Vit eru opin fyri at finna eina felags loysn.

Starvsfólk til tíðaravmarkað starv í vøggustovuni

•             Tíðaravmarkað starv frá august 2026 til apríl 2027 vegna øk barnatal.

•             Arbeiðstíð: 5 tímar um dagin, 3 dagar um vikuna.

Vit ynskja enn fleiri starvsfólk ið:

  • eru ágrýtin og hava hug og evnið til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið og hópin
  • megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og avgerðir
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn, starvsfelagar og leiðslu
  • eru nærverandi og fyrikomandi
  • eru fleksibul í mun til kjarnu uppgávuna

Á stovninum er spæl, látur, motorikkur, umsorgan og nærvera okkara dagligdagur. Vit brúka náttúruna, bygdina, sandin og hagan, sum okkara felags triðja.

Námsfrøðilig fyrireikingartíð er løgd inn í okkara arbeiðsskema, umframt at vit arbeiða í smáum barnabólkum og vit tillaga okkara arbeiði eftir tørvi.

Á stovninum starvast í løtuni 6 námsfrøðingar og 6 hjálparfólk. Ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum. Vit eru opin fyri nýggjum hugsanum og trívast best, tá gerandisdagurin er væl litaður við alskyns fjølbroyttum litum og áhugaverdum avbjóðingum.

Setanarviðurskifti

Starvi verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Starvsbyrjan 17. august ella eftir nærri avtalu.

Um ongin námsfrøðingur verður settur, so kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn

Umsóknin skal, saman við prógvi, CV og viðmælum, verða Dagstovninum við Stórheygg í hendi í seinasta lagi 3.august.

Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík
jona@sunda.fo

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jónu Guttesen, stovnsleiðara, á telefon 297255 ella vitja heimasíðu okkara storheygg.fo