Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Avhendan av útstykkingini omanfyri vegin á Oyrarbakka

15.07.2026

Komandi fríggjadag 17. juli kl. 13.00 verður alment hátíðarhald í sambandi við avhendan av útstykkingini omanfyri vegin á Oyrarbakka. Talan er um 11 sethúsagrundøkir, sum P/F Articon hevur gjørt byggibúgvin fyri kommununa, umframt eitt savnandi miðøki fyri allan býlingin.

Nýggju grundstykkini vórðu sett til sølu á heimasíðuni hjá skyn.fo fríggjadagin 10. juli, og longu nú eru 7 av 11 umbiðin og seld. Arbeiðið hevur gingið væl, og samstarvið hevur verið sera gott.

Umboð fyri Articon og Sunda kommunu siga nøkur orð, vit fáa grillaðar pylsur, softice og gott at drekka. Veðurlíkindini fyri fríggjadagin eru sera góð, og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við til hátíðarløtuna.