Tíðindi
Eyka busskoyring á Sundalagsstevnuni 2026
Árliga Sundalagsstevnan verður í vikuskiftinum. Avtala er gjørd við HK Bussar, um at seta eyka túrar inn í sambandi við tiltøk á stevnuni. Tískil verður bussleiðin nakað tillagað í vikuskiftinum.
Út yvir vanligu busskoyringina, sum koyrir sambært vanligu ferðaætlanini, verða hesir túrar settir inn:
Hósdagin 16. juli
13:30 Eiði – Hósvík (Rógving børn 2012 - 2015)
Fríggjadagin 17. juli
15:05 Eiði – Hósvík (Stevnurenning)
23.05 Hósvík – Eiði (Barnadiskotek)
Leygardagur 18. juli
12:30 Eiði – Hósvík (Kappróður)
18:05 Hósvík – Eiði (Kappróður liðugur)
19:05 Eiði – Hósvík (Pubquiz)
23:05 Hósvík – Eiði (Pubquiz liðug)
Bussurin steðgar á vanligu steðgistøðunum á vegnum millum Eiðis og Hósvík. Eru ivamál ella spurningar um bussleiðina, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við HK Bussar tlf. 323320.
Góða Sundalagsstevnu!