Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Vælkomin á Sundalagsstevnu í Hósvík

12.07.2026

Komandi vikuskiftið verður ársins Sundalagsstevna hildin í Hósvík.

Sundalagsstevnan í ár verður hildin í Hósvík. Tað eru Hósvíkar róðrarfelag og bygdafelagið Varðin, sum saman við eldsálum í bygdini skipa fyri. 

Skráin í ár er fjølbroytt og hevur nógv at bjóða bæði innan ítrótt, mentan og undirhald.

Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini týsdagin 14. juli, og hendir mangt og hvat ígjøgnum alla vikuna.

Fríggjadagin 17. juli kl. 17.00 heldur Eyðstein Zachariasen setanarrøðu.

FM-kappróðurin verður leygardagin kl. 15.00 og sama dag er ymiskt annað fyri børn og vaksin, bæði á havnalagnum og heimi í bygdini.

Sunda kommuna takkar fyrireikarunum, Hósvíkar Róðrarfelag og Bygdarfelagnum Varðanum fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eina hugnaliga viku.

Skráin fyri stevnuna sæst her

Verið vælkomin til Hósvíkar á Sundalagsstevnu