Tíðindi

Upprudding á vinnu- og havnaøkjunum á Oyrarbakka, við Norðskála og við Áir

22.11.2021

Vinnu- og havnaøkini á Oyrarbakka, við Norðskála og við Áir verða nú ruddað. Í hesum sambandi heitir Sunda kommuna á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast og í seinasta lagi 10. desember 2021

Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Sunda kommunu um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað verið seg akfør, viðfestisvognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd. Er tilfarið ikki ruddað burtur 10. desember 2021, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Er nakað ivamál í hesum sambandi, ber til at ringja til Sunda kommunu á tel. 667271 ella skriva eitt teldubræv til: sunda@sunda.fo 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg